Top
Menu Luk

Nýggj Sense skeið í januar 2020


Vit bjóða 3 nýggj Sense skeið út í januar.
Tað fyrsta verður á Sandoynni, eitt í Sørvági og eitt í Tórshavn.
Sense er eitt lívstílsskeið og ikki ein klænkikurur.
Við Sense lærir tú at broyta kostvanar og at arbeiða við kenslunum ið koma fram tá vit hugsa um mat og eta mat.
Á hendan hátt merkir tú ikki sakn av matinum á sama hátt sum tá tú fert á ein klænkikur. Tú tapur teg í einum meira róligum tempo, sum ger at tað er lættari at halda vektina.  
Vit hava haft nøkur Sense hold ígjøgnum nú og vekttapið er eitt, men tað sum er mest umráðandi fyri okkum er, at tær ið hava verið á skeinum, hava fingið nøkur arbeiðsamboð við, sum tær kunna brúka framyvir í dagligdegnum.
Súsanna, ein av luttakarunum frá seinasta skeiðið sigur soleiðis:  ”Hetta er tað einasta skeiðið, sum eg kann viðmæla. Hetta er common sense og tað hava vit mist í øllum slankihystarínum. Hugsunarhátturin er munandi broyttur, eg doyggi ikki av at verða sindur svong, og koyri ikki áhaldandi okkurt í munnin”
Les meira á heimasíðuni ella á facebook makesense.fo


Deil:


Meira kunning?

Vilt tú vita meira, so trýst á knøttin her til høgru og les meira um tað vit hava at bjóða.