Top
Menu Luk

Nýttárslyftið – nú skal tað verða….


Nú nærkast tíðin til nýttár, og fleiri av okkum seta okkum kanska fyri at gera okkurt øðrvísi og kanska betri í nýggja árinum. Í fleiri ár havi eg altíð havt tað nýggjárslyftið, at eg skal verða meira sunn og eta minni søtt. Beint áðrenn nýttár eru vikubløðini full av klænkikurum, og eg havi ikki bert keypt tað eina, men nokk øll tey, ið hava ein kur í. Havi sett mær fyri at nú skal tað verða, tá mánadagurin kemur, ja so byrji eg mín nýggja lívsstíl.
Tað krevur tó eitt sindur av fyrireiking, fyrst má eg keypa inn, alt tað, ið stendur í kurinum, og ofta havi eg ikki fingið alt her vesturi, so eg má líka til havnar at keypa restina – so er tað uppá pláss.
Men so er líka okkurt, ið stingur seg upp – hvat við øllum tí vit eiga heima av søtum og góðum, ið vit hava keypt inn til jólar? Tað má líka etast áðrenn, tí eigi eg tað inni, ja so freistist eg til at eta tað. So vikuskifti áðrenn mánadagurin og kururin byrjar, ja tá skal fyllast í og tømast út av øllum freistingunum. Ná men sunnukvøld er og eg fari í song og gleði meg til mánamorgun til at koma í gongd við mín nýggja lívsstíl.
Mánadagurin gongur so nøkuluna, motivatiónin er har, og øll nýggj byrjan er spennandi, men longu týsmorgun ella kanska longu mánakvøld er eitt sindur av eini høvupínu á veg, og týsdag eri eg byrja at ”knurra” eftir mínum nærmastu – svang og illsint! Klári kanska mikudagin við men that´s it! Eg droppi tað, var ikki akkurát kururin fyri meg, ella var ikki heilt klár. Skal okkurt hósdagin, og so nærkast vikuskifti, so nú kann eg akkurát tað sama droppa tað, og byrja av nýggjum mánadagin aftur.
Hetta hevur verið mítt nýttárslyftið í nógv ár, og nokso skuffandi at tá 3.jan er komin, ja so er lyftið longu brotið.
Seinastu 2 árini hava tó verið øðrvísi, eftir at hava roynt Sense, ja so eru avbjóðingarnar ikki so stórar.
Sense er ein lívsstílur har alt er lov, tað eru mongdirnar og samansetningurin av kostinum sum eru avgerandi. Saman við hesum er tað sera umráðandi at ein arbeiðir við sær sjálvum, og finnur út av um tað er búkurin, ið hungrar eftir matinum ella um tað er ein kensla, ið fær ein at eta – meira um kenslu eting seinni.
Mítt nýttárslyfti í er er, at eg skal royna at verða meira nærverandi og vónandi klári eg longur enn til 3. jan við hesum.
Gott nýttár øll somul og bestu ynskir fyri 2020.
Vh, Maria


Deil:


Meira kunning?

Vilt tú vita meira, so trýst á knøttin her til høgru og les meira um tað vit hava at bjóða.