Um okkum

Eg eiti Maria Samson,
eg eri 44 ára gomul og búðsitandi í Sørvági.

Eg eri útbúgvin kostráðgevi, zonuterapeut og mentor i mad og psyke.

Eg havi ongantíð verið yvirvektig, men havi altíð hildið at eg havi vigað nøkur ella nokso nógv kilo óv nógv. Eg havi roynt nógvar klænkikurar og tað hevur gingið gott at byrja við, men so eri eg “dottin útí” og tikið alt uppá aftur – og meira afturat.

Í 2017 var eg so óheppin, at eg breyt knæi undir einum rennitúri, og havi fingið so mikið stóran skaða, at eg ikki fái runnið aftur. Um sama mundi sá eg eina sending í sjónvarpinum – En kur der dur, og Sense var nokk ein av teimum fáu eg ikki hevði roynt. Fyrimunurin við Sense er, at hetta ikki er ein klænkikurur men ein lívstílsbroyting. Við Sense havi eg tapt meg 10 kg og havi hildið vektina +/- 1-2 kg síðani eg byrjaði.

Eg eiti Jana Egholm, eg eri
44 ára gomul og búðsitandi í Sørvági.


Eg eri útbúgvin námsfrøðingur við ymiskum “hjáútbúgvingum” eitt nú í narrativum samtaluteknikki.
Eisini eri eg útbúgvin motorikvegleiðari.

Áhugin fyri kosti er komin av áhuganum fyri ítróttinum, serliga tá ein venur krevjandi ítrótt so sum, styrkivenjingar og rógving.

Eg havi sjálv roynt Sense og tapti meg skjótt 8 kg, og livi í dag eftir Sense, tí tað er lætt og ómakaleyst. Tað krevur ikki nógvar broytingar tí dagliga kostinum, ein skal læra seg at hugsa kassar og brúka sítt fornuft.

Dreymurin hjá okkum báðum er, at byggja Make Sense upp til at bjóða skeið aðrastaðnis í landinum, og ikki bara í Sørvági, skipa skeið fyri børn og ungum, Sense fyri menn, Sense fyri fyritøkur osv.

Meira kunning?

Vilt tú vita meira, so trýst á knøttin her til høgru og les meira um tað eg havi at bjóða.