Sense

Suzy Wengel er kvinnan aftanfyri Sense. Suzy er ein av teimum, ið hevur verið nógv uppá kur og sum ikki hevur eyðnast at tapa seg við kurum. Hon kom fram til at tað mátti verða ein lættari og betri máti at tapa seg uppá, og klára at halda vektina eftirfylgjandi. Hon hevur brúkt nógva tíð og útrokningar uppá at finna fram til røttu samansetning av kosti, fyri at tryggja ein sunnan og góðan lívsstíl, samstundis við at ein kann tapa seg í vekt.

Við Sense er ikki neyðugt við teimum heilt stóru broytingunum, tær nýtist ikki út at keypa alt møguligt sum tú vanliga ikki etur, tær nýtist ikki at telja kaloriur, ella viga matin og best av øllum so kann øll familjan verða við.

Við Sense verður etið eftir “nevum”, hetta merkir at máltíðirnar verða tilpassaðar eftir støddini av nevum.

Ikki ein klænkikurur, men ein lívsstílsbroyting

Samband millum kost og psyku

Mentor í kost og psyku

Tað er ikki altíð vit bara eta tá vit eru svong, og kroppurin hevur brúk fyri orku fyri at verða í gongd.

Hvør kennir ikki til tankan “huff sum hesin dagurin hevur verið strævin”, og so skal ein lønast við onkrum góðum, ella kanska vit eru til handils og koma forbí bomm hyllina, og uttan vit hugsa um tað, so taka vit eina sjokoladaplátu í kurvina uttan at ansa tí. Á veg heim í bilinum finna vit hana fram og eta hana alla sum hon er áðrenn vit parkera í túninum, og skunda okkum at koyra pappírið í skrell, so ongin annar sær hetta.

Við ymiskum amboðum arbeiða vit uppá kenslur og vanar, og finna inn og fram til hví vit gera sum vit gera.

Zonuterapi

Zonuterapi, Les meira: Zonuterapi er ein viðgerðarháttur har trýst verður undir fótinum fyri at betra um pínuna í kroppinum. Zonuterapi tekur ástøði í, at allur kroppurin er endurspeglaður undir fótinum við punktum.

Zonuterapi hevur verið brúkt í gjøgnum 100 ár, og verður brúkt bæði til, her og nú pínu men eisini meira varandi pínu, til vælveru og at betra um eina góða heilsu.
– Zonuterapi verður brúkt til m.a.:
– Kolikk og sodningartrupuleikar (forstoppelse)
– Lið og vøddapínu
– Strongd
– Ovurviðkvæmi
– Hormon javnvág í samband við mensturatión og PMS

Vælvera fyri allan kroppin